Fyrstu vikurnar í nýggja árinum var evni í tvørfakligu tímunum “Norðurlond”. Vit hava lært eitt sindur um øll londini, nógvar plakatir eru gjørdar og hongdar upp, allir tjóðsangirnir eru sungnir, onkur leikur var eisini og so endaðu við eini norðurlendskari veitslu har vit fingu “svenskar kjøtbollar”. Veitslan var sera góð, hugnalig og stuttlig. Næmingarnir, saman við starvsfólki, høvdu rigga alt so væl til, bæði við pynti, sanghefti, undirhaldi og ikki minst góðum mati. Endabresturin var diskotek við tónleiki úr Norðurlondum. myndir