jólaleikur

Í kvøld hevur verið fult hús í Sands skúla. Tveir góðir leikir sýndir, tónleikur frá næmingum, sum ganga í musikkskúla, og ikki at gloyma drekkamunnin, við øllum góðum afturvið, sum næmingarnir høvdu gjørt. Takk fyri eina framúr góða jólaevnisviku. Og sum altíð eru familja /avvarandi so sera røsk at møta upp. Stuttligt at síggja gleðina lýsa úr eygunum á bæði vaksnum og børnum eftir at hava gjørt sær ómak, at fáa alt at rigga so væl. myndir