Ol-dagar 2023

Aftur í ár høvdu vit OL-dagar í allar fagrasta veðri. Skrúðgongu, setanarrøðu, sum Elisabet helt hesa ferð. Flottar framførslur og so sjálvandi allar kappingarnar niðri á Sand. Ein avbera góður dagur.

Seinastu mánadagarnar í hesum skúlaárinum hava vit arbeitt við evninum Náttúra, umhvørvið og burðardygd. Vit hava millum annað sett eplir niður og verið í Veltutunnlinum og sátt í pottar. Næmingarnir hava gjørt skeltir á ymisku ruskíløtini, so vit lættari kunnu skilja ruskið, vit hava í skúlanum. Vit høvdu ein frálíkan dag, har vit høvdu ruddikapping niðri á Sand. Vit hava lært um burturkast á landi og sjógvi. Eisini vitjaðu vit úti í Støð á skrelliplássinum, har Wenningsted var so beinasamur at greiða frá. Næmingarnir hava eisini lýst várið, og hvat náttúran hevur at bjóða hesa ársins tíð. Vit hava sett, tað vit plantaðu, niður í okkara plantukassar. Endaspurturin var ein yrkingadagur, har nógvar spennandi yrkingar komu burtur úr. fleiri myndir her

Ruddikapping

Ruddikapping hevur verið í dag. Vit skipaðu fyri tveimum kappingum. Fyrra kappingin var um, hvussu stóra nøgd bólkurin kundi samla í 20 min. Tey fyltu uppí 9 stórar skrelliposar, og okkurt var ov stórt at passa niðurí. Seinna kappingin var um, hvussu nógv smá pettir bólkurin kundi samla í 20 min. Runt rokna vóru 6.000 smá pettir fylt upp í posar, u.l. 200 pettir í part.

Sandurin eitt sindur reinari. Gott at hava hugagóðar náttúruvinir, sum hava gjørt ein stóran mun í dag.

páskirnar

Mánadagarnar í føstuni hava vit arbeitt við siðum, hugtøkum og søgum um føstuna og páskirnar. Fyrsta mánadagin høvdu vit verkætlan og framløgu um fastalávintina. Vit hava vitja Húsavíkar kirkju, har Havstein Klein prestur tók ímóti og greiddi so væl frá. Vit hava lært um ymiskar altartalvur, og næmingarnir hava eisini roynt at gera eina altartalvu við útvaldum evni á. Páskaheiligdagarnir eru gjøgnumgingnir og gjørdir til leik. Tann stóra finalan var tó endin á hesum evni, sum var vatnkrígg á vøllinum (pólskur páskasiður) og pannukøkurenning omaná (enskur føstusiður) - vit høvdu tó bara tíð eftir til at eta pannukøkurnar. Fleiri myndir her

Fastalávint 2023

Aftur í ár vóru nógvar flottar grýlur at síggja til fastalávintshaldið í skúlanum. Kattakongar í ár vórðu Rósa og Kristian Høgni, hjartaliga til lukku tit bæði.

Føroyar, føroyingasøga, dansur og kvæði

Seinastu seks vikurnar hava vit í tvørfakligu tímunum viðgjørt og kvøðið kvæðini úr føroyingasøgu. Vit hava gjørt allar oyggjarnar úr pappi og lært at nevna allar. Hvønn mánadag hava vit tikið 10 ørindi av ávikavist “Brestiskvæði”, “Sigmundur og Tórur”, “Bjarnabani”, “Sigmundskvæði yngra” og “Leivskvæði” og síðani arbeitt við fyrisagnum, orðaskýggjum, fagurskrift o.ø. í tí sambandi. Flottu myndirnar niðanfyri eru eisini millum avrikini hesar vikurnar. Enn ein fantastisk verkætlan farin afturum, vit gleða okkum til næstu. Fleiri myndir her