jóladekoratiónir

Vit vilja hervið ynskja øllum eini gleðilig jól.

Nógvar flottar jóladekoratiónir heim við og børnini so glað um avrikið.

Jólaleikur

Seinastu vikurnar hava vit arbeitt við adventini/jólunum í tvørfakligu tímunum. Hóskvøldið var so framløga fyri foreldrum/avvarandi. Børnini framførdu ein leik ,um ljósini á adventskransinum, eisini spældu tey klokkuspæl og sungu. Aftaná leikin var framsýning, av tí tey annars høvdu gjørt hesar vikurnar. Ein so hugnalig løta saman við dugnaligu børnunum.

jólavitjan

Týsdagin høvdu vit so fitta vitjan í skúlanum. Tveir jólamenn komu at geva børnunum hvør sínar endurskynsselar. Ein góð gáva hesa myrku tíðina. Jólamenninir vita, hvat børnunum tørvar. meira her

Jólaframsýning

Hóskvøldið 15.des. kl 18 verður framsýning/framførsla í Sands skúla.

Vit hava seinastu mánadagarnar arbeitt við adventini og jólunum. Í hesum sambandi fara næmingar at vísa, tað tey hava fingið burturúr.

Turbo

Okkara 5.flokkur luttók 12.nov. í kappingini First Lego League. Ein so góður dagur at minnast aftur á hjá teimum. Tað eydnaðist liðnum, sum kallaði seg TURBO, at vinna eitt steyp fyri kjarnuvirðir. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.

Heystið

Vikurnar eftir heystfrítíðina viðgjørdu vit heystið í tvørfakligu tímunum. - Vit hava havt vitjan av Beintu Højsted, sum segði okkum frá, um at taka slakt upp. Eisini var Marcus Clementsen og segði frá, um at ganga burtur í haga og um rakstur. Tvær so avbera góðar og læruríkar framløgur. - Vit hava verið og tikið epli upp í veltuni hjá Ottar. - Vit flettu bein, so vit kunnu garvað skinn seinni. - Arbeiðið endaði við eini væleydnaðari heystfest. Nakrar myndir eru her.

Søga og søgn

Seinastu mánadagarnar hava vit havt evnið “Søga og søgn” á skránni. Vit hava gjøgnumgingið fleiri sagnir úr nærumhvørvinum - Runta og hvussu lógarverkið fyrr og nú sær út - Kálv Lítla og hansara mongu avbjóðandi gerðir - Húsfrúnna í Húsavík og hennara ríkidømi. Eisini høvdu vit ein frálíkan skúladag í Húsavík, takk fyri ómakin Kristina á Reynatúgvu.

Fleiri myndir her

Útilív

Okkara fyrsta tvørfakliga verkætlan í ár kallast “Útilív”. Vit hava brúkt hesar fyrstu tveir mánadagarnar at venja børnini eitt sindur við okkara nýggju tímatalvu. Myndirnar her vísa eitt sindur av tí vit hava tykist við.

Musikkskúlin

Musikkskúlin boðar frá at nú er tíð at melda nýggjar næmingar til musikkundirvísing.

Tað eru ítøkulig pláss til klaver, men eisini kan man skriva seg upp til violin,floytu og guitar.

Kunning er á heimasíðuni (sandmus.fo) ella við at ringja til Ragnar á tlf 229883.


Plantukassar

Garðdagin varð mold fylt í plantukassar. Og nú í góða veðrinum, sum var í síðstu viku, vóru nakrar av plantunum, sum børnini hava sett niður inni, settar út. Spennandi verður hvussu fer at hilnast.