Vatn

Hesar fyrstu mánadagarnar hava vit í tvørfakligu tímunum arbeitt undir heitinum “Vatn”.

Vit hava vitja á vatnverkinum úti í Sandarhaga. Bjarki var so beinasamur at greiða frá um reinsiverkið.

Annan dagin var túrur til Vestmanna á skránni. Eldri bólkurin vitjaðu SEV-verkið, har vit lærdu um hvussu vit kunnu gera streym burtur úr vatni. Yngri bólkurin vitjaðu ímeðan á Søgusavninum. At enda vóru øll inni á virkinum hjá Vestpack, har vit sóu nógvar spennandi maskinur.

Seinasti vatndagurin er brúktur í skúlastovuni, har vit hava lært um vatnnýtslu heima við hús, í ídnaði og um ringrásina hjá vatni. At vatn hevur alstóran týdning, og at vit skulu nýta tað við skili, vita vit nógv meira um nú. myndir her

næmingaráðið 24/25

Mánadagin varð nýtt næmingaráð valt í Sands skúla.

Í næmingaráðnum hesa ferð eru Michael úr 5.fl, Janus úr 4.fl, Eir úr 3.fl, Jónas úr 2.fl og Akayane úr 1.fl.

Vit ynskja teimum til lukku við valinum og bestu eydnu við arbeiðinum framyvir. myndir her

Summarfrí

Við hesi myndini av 5.flokki, sum nú fer í annan skúla, vilja vit ynskja teimum bestu eydnu á lívsleiðini.

Eisini ynskja vit øllum eina góða summarfrítíð.

OL-dagar 2024

Árligu OL-dagarnir hjá Sands skúla hava verið, nú skúlaárið fer at halla. Setanarrøðan í ár var hildin av Guðrun. Aftur hesaferð framførdu flokkarnir, okkurt nýtt og okkurt vit hava sæð fyrr, fyri áskoðarafjøldini, sum so trúliga kemur at hyggja. Nakrar myndir her

verkfall

Nú verkfallið fekk ein enda, verður skúlagongdin tikin uppaftur. Vaskifólkini fara til verka beinan vegin, og vit møta sum vanligt í morgin 10.juni kl 8.

Verkfall

Skúlagongdin meðan verkfall er frá mánadegnum 27. mai 2024

Vit hava í dag eftirhugt skúlan og í samráð við heilsumynduleikarnar  mett, at skúlans hølir, serliga vesir, ikki longur kunnu nýtast vegna vantandi reingerð. 

Skúlavirksemið steðgar ikki, men verður tillagað soleiðis, at tað í tann mun tað er gjørligt, verður skúlaarbeiði gjørt heima. Næmingarnir hava í dag fingið skúlabøkur við heim, og á vikuætlanini fara lærararnir at skriva, hvat skal gerast hvønn dagin. 

Um onkur manglar tilfar ella hevur spurningar til skúlatingini, ber til at kontakta skúlan

Heitt verður á næmingar, foreldur og avvarandi um at hyggja á heimasíðu skúlans hvønn dag.

Tá verkfallið er av, venda vit aftur til vanliga skúlagongd. Nærri kunning kemur tá á heimasíðu skúlans.

Arbeiðssteðgur.

Nú verkfall er, verður ikki vaska í skúlanum. Vit fara í skúla sum vanligt í morgin, næstu dagarnar verða tillagingar gjørdar, um hetta verður neyðugt. Kunning kemur um møguligar broytingar verða í tímatalvuni.

Árligi túrurin, nú steinurin aftur varð ílatin. Eftir vegnum leitaðu vit eftir plantum, fuglum og seyðalitum.

Føstan 2024

Í føstuni hava vit í tvørfakligu tímunum gjørt mest burtur úr fakinum “Kristni”. Vit hava lært um lógir og boð, søgur úr Gamla testamenti, líknilsir og undur og um kirkjuárið. Vit hava hoyrt nógvar frásagnir, spælt leikir, gjørt plakatir o.a. Vit endaðu henda partin við at vitja í Sands kirkju, har Havstein Klein prestur greiddi okkum so væl frá, og vísti ymiskt forvitnisligt. myndir

konsertferð

Mikudagin vóru 1.,2. og 3.flokkur í Norðurlandahúsinum á konsert hjá Føroya symfoniorkestri. Vit høvdu ein so sera góðan dag. Fyrst eitt stórt upplivilsi at hoyra flotta tónleikin, síðani oman í Gundadal har vit spældu á vøllinum, víðari oman í viðarlundina har dunnurnar fingu vitjan av kátu børnunum, og at enda í Grasagarð á frálíka spæliplássið. Ein deiligur túrur.

Páskir 2024

Gleðiligar páskir.

Við hesum fittu myndunum, vilja vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir.

Grýlur 2024

Næmingaráðið hevur valt at lata ymsar heiðurslønir til grýlurnar. Spennandi og stuttligt átak hjá teimum. Grýlumyndir her

Vakrast, farligast og stuttligast.

〰️

Vakrast, farligast og stuttligast. 〰️

Fastalávint 2024

Jónas úr 1.flokki og Davia úr 5.flokki eru ársins kattakongar. Hjartaliga til lukku. myndir her

Kattakongar 2024

〰️

Kattakongar 2024 〰️