Í 1.flokki, sum byrjaði nú mikudagin ganga hesar fittu genturnar. Vit ynskja teimum alt tað besta við skúlagongdini.
Skúlabyrjan 2026
Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 12.aug
1.flokkur møtir kl 10,
hinir flokkarnir møta kl 9
starv
OL-dagur 2026
OL-dagur hevur verið í dag. Skrúgongan fór úr skúlanum beint áðrenn kl 9 út á Ljósafløtt, har fólk frá kommununi høvdu gjørt klárt, og vundi Merkið í húnar hátt, til árligu setanina av leikunum hjá okkara dugnaligu skúlabørnum. Ein hópur av fólki var komin at síggja framførslurnar, sum næmingarnir ganga uppí við lív og sál. Á sandinum vóru so sjálvar kappingarnar, og spenningurin at vinna gav bæði ídni og gleði til dagin.
Fossamýra
Seinasta mánadagsverkstovan í ár varð hildin inni á Fossamýru. Nógv áhugavert at síggja bæði á veg yvir og heimaftur, spennandi fugla og plantulív. At spæla í og rundan um Mylludammin er altíð so sera stuttligt.
Útiskúli
Mánadagsverkstovan í dag var úti í Salthólma. Ein fantastiska góður dagur, við nógvum glaðum børnum. myndir
Evnisvikan á vári 26
Fyrr og nú var høvuðsyvirskriftin á evnisvikuni hesa ferð. Vit hava havt fleiri vitjanir uttaneftir: Magni Arge greiddi so livandi frá flogsøgu Føroya, Fridrikka hugleiddi um gerandisdagin heima við hús og um skúlagongd. Finnleif segði okkum um busskoyring og flutning í Sandoynni, og Jóanes í Miðstovuni greiddi frá um velting, hoygging, amboð og broytingina upp gjøgnum tíðina. Áhugaverd vitjan í hoyløðuni hjá Juliannu og Gunnari var eisini á skrá. Annars hava børnini lært nógv um, hvussu alt broytist gjøgnum tíðina, flottar tíðarlinjur eru komnar upp at hanga. Seinasta dagin vóru øll á vitjan í Norðaru Koytu, og spøl vóru drigin fram úr gloymskuni. Ein frálík evnisvika. myndafrásøgn
Størv 2026/27
Barnakonsert
13.apr. var árligi Havnatúrurin hjá 1.-3.flokki. Vit høvdu eina sera hugtakandi løtu í Norðurlandahúsinum. Í ár var søgan um Poetikus á skránni.
páskirnar 2026
Seinasta mánadagin áðrenn páskir høvdu vit í tvørfakligu tímunum evnisarbeiði um páskirnar. Vit lærdu um, hvat ymisku kristnu heiligdagarnir hava at siga, og hvussu páskirnar vóru hildnar á Jesu døgum.
Lesifest 26
Í viku 13 hava vit sett sjóneykuna á lesingina. Vit hava havt næmingar úr ymiskum flokkum, sum hava lisið fyri okkum til morgunløturnar. Eisini hava vit havt lesirundingar, har næmingar hava skifts um at lisið fyri hvørjum øðrum, umframt tær vanligu lesiløturnar.
Jarðfrøði
Seinastu vikurnar hava vit í tvørfakligu tímunum arbeitt við jarðfrøði. Vit hava lært um bæði heimliga og alheimsjarðfrøði. Vit hava vitja í Urðini og Spruttholi, har ymiskt forvitnisligt var at síggja. Niðri á Sand gjørdu vit okkara egnu gosfjøll. Í skúlastovuni hava vit lært um, hvussu jørðin og Føroyar eru uppbygdar, og hví okkara oyggjar síggja út, sum tær gera. Eisini hava vit tosa um grót sum hjálp hjá menniskjum í arbeiði og bústaði gjøgnum tíðirnar. myndir
Kvæði/søga
Tvørfakligu dagarnir í januar/februar vóru serliga tengdir at okkara kvæðaskatti. Vit viðgjørdu fleiri kvæði/vísur á ymiskan hátt. Føroyingasøgan og søga sum heild høvdu stóran leiklut hesa ferð. Eisini vóru kvæðini lýst við leiki, myndlist, handarbeiði og yrkinga/søguskriving. Dansisiðir og stig vóru sum verða man eisini ein partur av hesum døgunum, og nógv bleiv dansað og lært uttanat. Vit vóru eisini so heppin at hava tvær læraralesandi í starvsvenjing ein part av tíðini. myndir
Fastalávint 2026
Í ár var fastalávintshaldið í Skálavík. Vit høvdu ein so góðan og vælfyriskipaðan dag saman við øllum skúlunum í Sandoynni. Stuttligt at hitta allar tær flottu grýlurnar, dansurin gekk eisini av tí besta, tá skúlarnir skiftust um at skipa. Kattakongarnir vóru sjálvandi eisini heiðraðir. myndir - Meginskúlin
Musikkskúlin
Frá Musikkskúlanum.
Pláss eru tøk til floytu og klaver. Skriva til tlf 229883 ella til ragnarbragd@gmail.com
Musikkskúlin.
Kvæðastevnan 2026
Týsdagin luttóku 4. og 5. flokkur á árligu kvæðastevnuni í Norðurlandahúsinum. Ein sera væl fyriskipaður og hugnaligur dagur har dansurin og kvæðini vóru í hásæti. Eisini vóru tey so heppin at sleppa í Dag og viku. myndir
Kvæðaspurnakapping
Hesa vikuna hevur føroyskur dansur verið á breddanum í Sands skúla. 4. og 5. flokkur hava luttikið í útvarpsspurnakappingini “Tú manst vita frá mongum at siga”. Týsdagin vóru tað Elias og Eir, sum umboðaðu 4.flokk og fríggjadagin vóru tað Drós og Janus, sum umboðaðu 5.flokk. Tey kláraðu seg framúr væl. 5.flokkur vann sína kapping, meðan tey í 4.flokki vórðu akkurát ov stutt. Dugnaligir næmingar og lærarar vit eiga. Kvæðaspurnakapping 2. partur - Kvæðaspurnakapping 5.partur